UM VIRKIÐ
UM VIRKIÐ
Vit eru tilsamans 7 fólk. 3 sveinar, 2 lærlingar, 1 arbeiðsmaður og ein í bókhaldinum.
Opið er hvønn yrkadag kl. 8 – 16. Uttan fyri vanliga arbeiðstíð svarar +298 236251
UM VIRKIÐ
Líka síðani august 1984 hevur Kjartan Simonsen verið umboðsmaður fyri lastbilamerkið MAN í Føroyum. Karmarnir hava ikki altíð verið líka góðir sum í dag.
Byrjað varð í smáum heima í kjallaranum, so komu kreppuárini, men á sumri 2004 varð flutt niðan á Borðoyavík í tað nýggja verkstaðið.
Fyrsti lastbilurin, sum Kjartan seldi, var til pápa sín, John Elias Simonsen. Hetta var ein 8×4, 32 tons og hevði 360 hk við krana og vippu.
Um sama mundið keypti JFK heilsølan henda bilin.
Nýggjur eigari og stjóri
1. oktober 2019 var ættarliðsskifti hjá Sp/f Kjartan Simonsen. Kjartan, sum stovnaði felagið í 1984, hevur valt at handa felagið víðari til sonin Bjørn. Bjørn hevur eisini tikið við sum stjóri í felagnum.